H71 og Kyndil vunnu

Hjá monnum vunnu H71 og Kyndil sínar dystir í dag, meðan kvinnurnar hjá Neistanum enn eina ferð prógvaðu, at tær eru sterkasta liðið í kappingini við tryggum sigri á Kyndil.

 

H71 var á vitjan í Vestmanna og fór avstað við øllum stigunum. VÍF var annars á odda 15-11 í hálvleikinum, men H71 vendi dystinum í seinna hálvleiki og vann 30-26.

 

Í høllini á Hálsi var grannauppgerð millum Neistan og Kyndil. Teir grønu úr Kyndil vunnu 27-22, eftir at tað var javnleikur 10-10 í hálvleikinum. Fyri Kyndil var Finnur Hanson toppskjútti við átta málum.

 

Hjá kvinnum vann Neistin heili 38-26 á Kyndil. Úrslitið staðfestur, at Neistin í løtuni er besta liðið í kvinnudeildini. Liðið hevur framvegis fult stigatal.

 

Atlantic Airways deildin:

VÍF – H71 26-30

Neistin – Kyndil 22-27

 

Fremsta deild kvinnur:

Neistin – Kyndil 38-26