##med2##
H71 var eitt skiftið á odda við sjey málum í heimadystinum í Okkara-deildini móti Neistanum, men tað var um reppið, at hoyvíkingar mistu sigurin úr hondum.
Neistin gjørdi ein rimmar endaspurt, og teir høvdu bóltin á hondum seinasta álopið við støðuna 23-22 til H71, men hoyvíkingar sluppu við skrekkinum. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 13-9.
H71-Neistin 23-22 (13-9)
H71: Vilhelm Poulsen 7, Leivur Mortensen 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Peter Krogh 3, Hans Kári Hansen 1, Rúni V. Højgaard 1, Hilmar Leon Jakobsen 1 og Pauli Mittún 1.
Neistin: Tróndur Mikkelsen 7, Rasmus Søby 4, Dánjal Ragnarsson 4, Hanus Arason 2, Julian Kragesteen 2, Johannes Bjørgvin 2 og Finnur Hansson 1.
Inni á Skála tapti StÍF annan heimadystin á rað, tá teir taptu 29-35 fyri VÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 17-13. Sjúrður Olsen skoraði 11 mál, og gjørdist toppskjútti hjá VÍF. FIlip Jojic skoraði 10 mál fyri VÍF. Sveinur Justinussen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við seks málum. Pætur Johansen skoraði fimm mál fyri StÍF.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá spennandi dystarendanum í Hoyvík.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá H71, ið kundi fegnast um tvey stig, men samstundis iðra seg um, at heimaliðið misti takið á dystinum móti endanum.
3) Hoyr samrøðuna við venjaran hjá Neistanum, Tróndur Kragesteen sum mundi fingið stig í fyrsta dystanum sum venjari hjá besta liðnum hjá Neistanum. Tróndur heldur, at tað gjørdist torført hjá Neistanum tá Rasmus Søby mátti út við skaða, men hann er glaður fyri hvussu liðið reisti seg seinastu løtuna, og mundi fingið stig við sær úr Hoyvík.
4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin. Claus er skelkaður av hvussu lætt H71 tók uppá uppgávuna tá teir vóru á odda við sjey málum, og loyvdu Neistan inn aftur í dystin.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 13 | 373 | 299 | 74 | 22 |
NEISTIN | 13 | 349 | 314 | 35 | 16 |
VÍF | 13 | 369 | 348 | 21 | 16 |
STÍF | 13 | 363 | 367 | -4 | 15 |
KÍF | 13 | 348 | 322 | 26 | 13 |
KYNDIL | 12 | 306 | 320 | -14 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 13 | 271 | 409 | -138 | 0 |