H71 missir stórskjúttan

Peter Krogh fer niður aftur til Danmarkar

Seinasta hálvtannað árið hevur størsti profilurin hjá H71, og í føroyskum manshondbólti sum heild, verið Peter Krogh. Stóri danin, sum spælir á bakkplássunum og hevur tann serliga eginleikan, at hann skjýtur líka væl við báðum hondum, hevur verið ein sannur fongur fyri hoyvíkingar, síðani hann kom til felagið í summarinum 2015. Men tá ið hetta kappingárið er lokið fer Krogh heim aftur til Danmarkar.

 

Í kvøld boðar danska Skive FH nevniliga frá, at í summar verður Peter Krogh teirra maður. Venjarin hjá danska felagnum, sum spælir í næstbestu donsku deildini, gleðir seg at fáa stóra danan til felagið.

 

- Eg haldi, at hann er ein sera spennandi leikari við stórum menningarmøguleikum. Hann er ein framúr góður skjútti, sum viðhaldsfólk okkara kunnu gleða seg at síggja. Eg vænti, at hann kann blíva ein yndisleikari hjá okkara viðhaldsfólkum, tí hann hevur nakað heilt serligt, sigur Ole Bitsch, sum er venjari hjá Skive FH, við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Fyri føroyska hondbóltsáskoðaran hevur verið eyðsæð, at 26 ára gamli Peter Krogh hevur hægri støði enn at spæla í føroyskum hondbólti. Peter Krogh fegnast tó um tíðina í H71, har hann hevur stórtrivist.

 

- Tað hava verið tvey ógloymandi ár í H71, har eg havi fingið hjálp við øllum og ongantíð kent meg einsamallan. Eg velji at fara heim at royna meg av, áðrenn tað er ov seint. Eg eri blivin ein betri leikari eftir skjótt tvey ár í Føroyum, og tað var málið hjá mær, sigur Peter Krogh við heimasíðuna hjá Skive FH.

 

Peter Krogh sigur eisini, at hann hevur havt nógv onnur tilboð, men valið fall á Skive FH. Í farna kappingarári varð danin, sum mótstøðuliðini hjá H71 mangan kenna seg noydd at mansverja, valdur til ársins leikara hjá monnum. Hann spælir tó hetta kappingarárið liðugt við H71, áðrenn hann saman við føroysku unnustuni og dóttrini flyta niður.