H71 leggur trýst á VÍF

Tá liðini møttust í Vestmanna skírisdag, hevði H71 munin og var liðið, sum alla tíðina var frammanfyri. Vestmenningar royndu at hanga í, men sluppu bara hendinga ferð fram um hoyvíkingarnar, sum harvið løgdu alt trýstið á herðarnar á VÍF, sum má og skal vinna í dag.

 

Fysiskur fyrimunur

Dysturin endaði 29-28 til H71, sum var á odda 14-13 í hálvleikinum. Og størsti munurin var helst, at hoyvíkingar fysiskt høvdu munin og tóktust orka betur. So er spurningurin, um teir eisini í dag megna at halda vestmenningum líka væl, ella um VÍF við sínum royndum fær vent finaluni.

 

Vinnur VÍF, verður neyðugt við einari triðju finalu, sum so verður í Vestmanna annan páskadag. Men endar H71 sum vinnari ella javnleikur verður úrslitið, er fyrsta FM-heitið hjá hoyvíkingum veruleiki. H71-fólkini hittast í felagshølunum longu klokkan 14 til andlitsmáling og upphiting.