Unga liðið hjá H71-kvinnum tapti í dag annan dystin á rað við bert einum máli í einari grannauppgerð.
Farna mikukvøld taptu hoyvíkskvinnur 24-25 ímóti Neistanum við einum sigursmáli sum var skorað ímóti dystarenda. Í dag hevði H71 møguleikan at javna til 21-21 í teimum seinastu sekundunum, men Jovana Stranjanac í Kyndils-málinum bjargaði hegnisliga lobbskotinum hjá Evu Barbu Arge hjá H71.
Bára K. Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Marianna G. Eystberg skoraði seks mál fyri Kyndil. Maria H. Weyhe gjørdist toppskjútti hjá H71 við fimm málum, Marita Mortensen skoraði fýra mál.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá dystarendanum.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Claus Rasmussen taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Báru K. Hansen.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Mariu H. Weyhe.
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Stjørnan ein tryggan 23-15 sigur á StÍF. Stjørnan var á odda 11-7 í steðginum.
Tóra Eliasen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við átta málum. Judith Dam Jacobsen skoraði fimm mál. Emmy Kass og Erla Petersen gjørdust toppskjúttar hjá StÍF við fýra málum hvør.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 196 | 153 | 43 | 11 |
NEISTIN | 8 | 189 | 170 | 19 | 11 |
H71 | 7 | 188 | 168 | 20 | 10 |
KYNDIL | 7 | 155 | 179 | -24 | 6 |
STJØRNAN | 7 | 161 | 165 | -4 | 5 |
STÍF | 8 | 149 | 203 | -54 | 1 |