H71-Kyndil 18-17: Samanumtøka og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Ára Dam (H71) og David Edvardsen (Kyndil)

Tað er veruligur spenningur um hvørji fýra lið koma í FM-hálvfinalurnar í Okkara-deildini.

 

Ígjár vann vann StÍF 19-18 (5-6) á KÍF í Kollafirði, og í Vestmanna vann VÍF í dag ein greiðan 35-23 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var VÍF á odda 19-10. Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 11 málum. Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við níggju málum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein málfátækan 18-17 sigur á Kyndli. Tað komu sera fá mál í seinna hálvleiki, tí í steðginum var H71 á odda 11-9. Pætur Thomsen og Rúni V. Højgaard vóru toppskjúttar hjá H71 við fýra málum hvør. David Edvardsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum í Hoyvíkshøllini.

2) Hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara taka samanum dystin.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá H71, Ári Dam sum hevði sera nógvar týðandi bjargingar.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, David Edvardsen sum skoraði sjey mál. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF82261893713
 KYNDIL92201903010
 NEISTIN71721541810
 H71716115748
 STÍF7153179-266
 KÍF8183187-45
 TEAM KLAKSVÍK7154201-472