H71 kvinnurnar stórsigraðu við stíli

Einkid føroyskt lið hevur nakrantíð fingið eina sovorðna byrjan í europeiskum hondbólti sum kvinnurnar hjá okkum, nú tær í sínum fyrsta dysti í EHF Europa Cup vunnu við heili 17 málum!

Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

 

Tað byrjaði ikki væl, í fyrstu løtuna vóru fleiri brendir málmøguleikar og fleiri tekniskir feilir, men tá ið so verjn kom upp á pláss og málið varð funnið, helmaðu H71-kvinnurnar ikki í.

 

Fyrstu ferð, H71 var á odda, var við 6-5, men løtu seinni eydnaðist at fáa eitt glopp í, tá ið tær fóru frá 7-7 til 11-7. Tí gjørdust síðstu trý korterini av dystinum bara ein spurningur um, hvussu greiður sigurin fór at vera.

 

Og ta allarsíðstu løtu var fullkomiliga afturlatið, so makedonsku spælararnir mestsum ikki sluppu ígjøgnum, meðan H71 bara økti og økti, so munurin at enda var heili 17 mál!

 

Góða breidd

 

At H71 hevði 10 ymsar málskjúttar, bar boð um góða breidd, har Brynhild og Jana mangan gingu undan og Maria átti næstsíðstu hond á nógvum. Og ikki minst var stuttligt at síggja Aldu pilka brotskastsskjúttarnar niður við ikki færri enn trimum bjargingum!

 

Samanumtikið uppvísningshondbóltur hjá kvinnunum, sum aftur í morgin skulu takast við makedonsku mótstøðuna. Men at byrja við einum sovorðnum stórsigri, ið enntá varð vunnin við stíli, var helst meira enn tey flestu høvdu droymt um!

 

Nú er bara at vóna, at enn fleiri áskoðarar koma í høllina á Hálsi í annaðkvøld klokkan 18 at stuðla og bera H71-kvinnurnar fram til enn ein týdningarmiklan sigur. Tað hava tær uppiborið, nú tær – eins og menninir fyri tveimum árum síðani – hava skrivað søgu við einum flottum sigri í fyrstu royndini.

 

WHC Cair-H71 26-43 (16-22)

 

H71-málskjúttar: Brynhild Pálsdóttir 10, Jana Mittún 9, Maria Halsdóttir Weyhe 5, Rannvá Olsen 4, Lív Bentsdóttir Zachariasen 4, Eva Barba Arge 3, Elsa Egholm 3, Vár Bentsdóttir Zachariase 3, Lukka Arge 1, Guðrið Bogadóttir á Borg 1