H71 kunnu nærkast

Liðið, talan er um er sjálvsagt H71, ið eru fimm stig aftanfyri oddin í løtuni.

 

Men skjótt vendist í hondbólti, so tað er ikki til at siga, hvussu leikur ferst. Eitt er tó púra vist, og tað er at H71 fer at leggja alt fyri, til tess at vinna, tá Kollfirðingar koma á vitjan.

 

Hjá KÍF verður vónað at teir báðir útlendsku leikararnar fara at gera meira um seg, og at teir megna at steðga hartskjótandi hoyvíkingunum.

 

Seinast, hesi bæði liðini hittust var afturi í november, og tá endaði við sigri til hoyvíkingar, hóast munurin bert var tvey mál, 24-22. Hvussu fer at ganga hesa ferð, fer bert tíðin at vísa.