H71 vann 33-28 á VÍF á heimavølli í Hoyvíkshøllini. Ì steðginum var H71 á odda 15-11.
Leingi leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og ongantíð var meir enn eitt ella tvey mál á muni, men seinastu løtuna undan steðginum dróg H71 frá vestmenningum.
Í seinna hálvleiki var H71 eitt skiftið á odda við seks málum. VÍF arbeiddi seg inn aftur í dystin, og megnaðu vestmenningar at minka til 19-20, men so dróg H71 aftur frá vestmenningum, og tá 6-7 minuttir vóru eftir var tað greitt, at H71 fór at vinna tvey stig, og harvið leggja seg fyribils á 2. plássið í Atlantic Airways kappingini.
Støðan í Atlantic Airways kappingini, nú øll liðini hava spælt 12 dystir :
1. KÍF 19 stig
2. H71 16 stig
-------------------
3. VÍF 15 stig
4. StÍF 13 stig
5. Kyndil 13 stig
6. Neistin 8 stig
7. Team Klaksvík 0 stig