Hilmar Jan Hansen
Hvussu er og ikki, so fekk KÍF eina flongju í Hoyvík í gjár, har tað eftir javnleik í steðginum allan seinna hálvleik á tamb bara peikaði tann vegin, H71 vildi hava tað. Onkra løtu vóru níggju mál á muni, men tá avtornaði, vunnu hoyvíkingar á kollfirðingum við seks málum.
At dysturin fór at koppa til fyrimuns fyri heimaliðið í Hoyvíkshøllini, sást eisini fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, tí tað var mestsum alla tíðina soleiðis, at H71 setti dagsskránna. Munurin var bara, at fyri tað nógva megnaði KÍF at fáa H71 aftur ferð eftir ferð fyrra hálva tíman, men tann seinna hálva tíman var liðugt.
Merkisvert var, at hóast kollfirðingar mansvardu Bogdan Florea frá byrjan av, so megnaði hann allíkavæl at gerast toppskjútti hjá H71 við 11 málum. Skuldu hesi bæði blivið finaluliðini, er einki at ivast í, at KÍF má finna eitt dugandi móttrekk. Hinvegin var hetta nokk ikki besti gesturin hjá kollfirðingum, ið møguliga hefta seg við, at vánalig aðalroynd kann enda við góðar framførslu…
H71: Bogdan Florea 11, Poul Kjartan Dam 5, Dánjal Tórgarð 5, Rógvi Sørensen 3, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsøe 2, Rúni Højgaard 1
KÍF: Hans Áki Dal-Christiansen 4, Nicklas Selvig 4, Ási Dam 3, Rúni Joensen 2, Teitur Joensen 2, Jákup Trygvason 2, Rógvi Weyhe 2, Arnbjørn Hansen 1, Gert Hansen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 1, Tony Weyhe 1
hilmarjan@sosialurin.fo