Tveir dystir verða í bestu mansdeildini í hondbólti í kvøld.
Í Vestmanna verður grannauppgerð, tá KÍF kemur á vitjan.
VÍF hevur verið á odda mest sum alt kappingarárið, og við einum sigri í kvøld kunnu teir gulu leggja seg trý stig framum næstu avbjóðararnar.
Tann avbjóðarin eitur í løtuni Kyndil, men H71 hevur í kvøld møguleika at koma ájavnt grønu grannarnar. H71 fær vitjan av Team Klaksvík, og teir mugu roknast sum favorittar í hesum dystinum.
Báðir dystirnir byrja klokkan 20, og Rás2 sigur frá dystinum í Vestmanna.










