H71 kann minka munin

Hoyvíkingar kunnu leggja seg ájavnt við Kyndil, um teir vinna dystin móti StÍF í dag

Ein dystur verður í bestu mansdeildini í hondbólti í dag, tá StÍF vitjar í Hoyvíkarhøllini.

 

Undan dystinum er H71 tvey stig aftan fyri Kyndil. H71 hevur hartil spælt ein dyst færri enn Kyndil, og tí kunnu teir leggja seg í góða støðu, um tað eydnast at vinna dystin í dag.

 

StÍF hevur sveiggjað hampuliga nógv í ár. Teir eru í løtuni á sætta plássi við sjey stigum fyri 12 dystir.