H71 kann møta H71 í finaluni

Lutakastið til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum og kvinnum er avgreitt. Hjá monnum er støðan tann, at H71 kann møta H71 í finaluni. Tað er ongantíð hent hjá monnum, meðan tað er hent tvær ferðir hjá kvinnum.

 

Hjá monnum skal Neistin møta besta liðnum hjá H71, meðan KÍF skal møta teimum næstbestu hjá H71. Neistin og KÍF eru favorittar at vinna báðar dystirnar um hugt verður eftir gongdini í ár, men skuldi tað hent at tey bæði tapa sínar dystir, so skal besta liðið hjá H71 møta teimum næstbestu hjá sær sjálvum í finaluni.

 

Í 1987 og í 1988 hendi tað hjá kvinnum, at Neistin átti bæði liðini í finaluni. Í fyrru finaluni vann besta liðið við einum málið, 13-12, og árið eftir við trimum málu, 16-13, sambært heimasíðuni hjá Hondbóltssamband Føroya.

 

Hjá kvinnum skal Neistin møta Stjørnuni, meðan Kyndil skal møta vinnaranum av dystinum millum VB og VÍF.

 

Í hálvfinalunum verða tveir dystir leiktir, eina heim og ein úti. Allir dystirnir skulu verða avgreiddir í januar mánaði.

 

Hálvfinalur:

 

Kvinnur:

Neistin-Stjørnan

Vinnari (VB-VÍF I)-Kyndil

 

Menn:

Neistin-H71,

KÍF- H71 I