H71 kann framvegis fáa pláss í finaluni

Hondbóltur: VÍF dró longra stráið í dystinum móti H71 í Vestmanna sunnudagin. Men vestmenningar kunnu enn ikki kenna seg tryggar

H71 helt lív í vónini um at røkka finaluna í steypakappingini hjá monnunum við at avmarka tapið móti VÍF til tvey mál. Ikki tí, H71 kundi tað sama vunnið, men vestmenningar vístu seg at vera stinnari, tá ið á stóð.

Nógv fólk vóru í høllini, og mangan leikaði hart á. Tilsamans vóru 14 útvísingar í dystinum, átta til VÍF og seks til H71, og móti endanum av dystinum fekk Hallur Danielsen hjá H71 reyða kortið.

Tað gekk javnt á allan vegin ? VÍF var eitt vet frammanfyri, men megnaði ongantíð at sleppa heilt frá hoyvíkingum. Vanliga eru tað Ingi og Áki Olsen, sum skjóta málini hjá VÍF, og teir gjørdu eisini helvtina av málunum hjá teimum gulu í hesum dystinum. Men eisini Sámal Joensen gjørdi vart við seg og fekk átta mál.

Dystirnir millum VÍF og H71 í ár hava verið rættiliga javnir. Nú er lagt upp til eitt brak, tá seinna hálvfinalan verður spæld í Havn komandi mikudag. Tá má H71 so spæla uttan Hallur Danielsen, sum er leikbannaður.


VÍF-H71 30-28 (15-14)

VÍF: Sámal Joensen 8, Áki Olsen 8, Ingi Olsen 7, Petur F. Joensen 3, Rógvi Nielsen 2, Martin Hummeland 1, Hjalmar K. Olsen 1.

H71: Hans Guðmundsson 10, Jákup S. Simonsen 8, Hallur Danielsen 3, Annfinn N. Debess 3, Halgir D. Olsen 3, Jákup á Borg 1.

Útvísingar: VÍF 8, H71 6.

Burturvísing: H71 1.