H71 kann avgera á heimavølli

Tekniskt dugnaligi vongleikarin hjá H71, sum stóð fyri avgerandi málinum í fyrstu FM-finaluni, Dánjal Tórgarð, var væl nøgdur eftir sigurin í Kollafirði mikukvøldið.

- Har var ikki nógvur munur á liðunum, sum støðan eisini sigur. Men eg haldi, at verjan hjá okkum stendur ótrúliga væl, og vit megna at fáa tey málini, ið skulu til. KÍF verjir eisini væl, so tað bleiv eingin penur dystur, men tað handlar um at fáa eitt mál meiri enn hinir, og tað fingu vit, sigur Dánjal.

Hóast avrikið var nokk til at vinna á annars næstan alt-vinnandi KÍF, so kann hann peika á – um ikki nógv, so nøkur – ting, sum kunnu betrast.

- Vit skulu betra um álopsspælið. Tað var rættiliga stívt í fyrstu finaluni. Eisini má kontra-fasan betrast, men sum heild er tað ikki so nógv, sum treingir til broyting, sigur landsliðsleikarin og slær fast, at einki er avgjørt undan næstu finaluni leygardagin.

- Nú hava fingið fyrsta sigurin, men einki er avgjørt enn, og vit hava langan veg eftir. KÍF er eitt ótrúliga sterkt lið, so tað kemur at krevja alt frá okkara síðu at vinna leygardagin, sigur Dánjal Tórgarð at enda.

 

Ási Dam: - Verður ikki lættari nú

Ási Dam, sum fyri tað mesta spældi sum bindiliður í álopinum hjá KÍF, metir, at teir ikki dugdu nóg væl at takkla dystin.

- Vit fóru í panikk, tá ið teir nærkaðust, og fóru at taka býttar avgerðir bæði í skotum og avleveringum. Tað hevði eisini nógv at siga, at Andrias (Nielsen, red.) gjørdist skaddur, sigur Ási og vísir á, at tað serliga eru skotini, sum skulu sita betur í næstu finaluni, og um tey høvdu sitið í fyrstu finaluni, so høvdu teir helst vunnið hana.

Nú eru øll eyguni vend mótvegis næstu finaluni leygardagin, sum kann gerast avgerandi. Vit spyrja Ása, um teir vænta teir at hava nakran møguleika á útivølli, nú teir ikki megnaðu at vinna á H71 heima í Kollafirði.

- Tað verður ikki lætt, men vit hava møguleikan. Vit eru nummar eitt í deildini, men... Nei, tað verður ikki lættari enn á heimavølli, sigur kviki spælstýrarin hjá KÍF.

 

Onnur FM-finalan hjá monnum ímillum H71 og KÍF verður spæld í Hoyvíkshøllini í dag kl.17.