Ein dystur av tí heldur forkunnuga slagnum verður spældur í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum í kvøld.
Talan er um dyst í bólki 1 í steypakappingini, har H71 2, ið er skrásetta heimaliðið til kvøldsins dyst, skal spæla ímóti besta liðnum hjá H71, sum er oddalið í FTZ-deildini.
Øll liðini í bólki 1 hava spælt tveir dystir og mangla at spæla ein. Undan kvøldsins dysti er støðan í bólkinum hendan:
1. StÍF - 3 stig
2. H71 - 3 stig
3. Kyndil - 2 stig
4. H71 2 - 0 stig
Hetta merkir, at tað einasta, sum kann forða teimum á besta liðnum hjá hoyvíkingum í at koma víðari til hálvfinaluna í steypakappingini er, at eykaliðið vinnur á teimum, sum í sjálvum sær er rættiliga óhugsandi.
Undan dystinum er greitt, at helst størsti profilurin hjá H71 2 í hesari steypakappingini, Halgir Dahl Olesen, ikki verður við, tí at hann er staddur uttanlands í arbeiðsørindum. Spurningurin er tó, um Halgir yvirhøvur hevði spælt við, um hann var innanlands, tí at saman við Peturi Mittún er hann eisini venjari á besta liðnum hjá H71.
Í samrøðu við Rás2 sunnudagin vísti Halgir Dahl Olesen á, at næstbesta liðið fer at gera sítt fyri at royna at knógva besta liðnum.
Dysturin verður spældur klokkan 19.30 í Hoyvíkshøllini í kvøld.