H71 hongur í oddinum

Hoyvíkingar og Poul Kjartan Dam prógvaðu í dag, at teir avgjørt ikki ætla sær at geva nakað sum helst burtur, nú teir fyri fyrstu ferð royna at verja eitt meistaraheiti.

Poul Kjartan skeyt sjálvur 14 av málunum hjá Hoyvíkingum í einum dysti, har Kyndil sjáldan veruliga var við í dystinum.

Munurin var kanska ikki tann heilt stóri, men tað kundu Kyndils-menn fyrst og fremst takka einum væl spælandi Magnus Matras í málinum fyri.

Um miðjan seinna hálvleik megnaði hann tó heldur ikki at standa ímóti trýstinum, og fleiri mistøk á rað hjá Kyndilsmonnum góvu hoyvíkingum lætt spæl, soleiðis at teir kundu avgera dystin.

Hjá Kyndli var Bárður Johannesen besti málskjúttin við 8 málum.

 

H71-Kyndil 29-25 (14-13)