Hoyvíkingar eru beint í hølunum á teimum báðum oddaliðunum, KÍF og VÍF, og tí vóru teir stórfavorittar til dystin í dag.
Tað eydnaðist eisini at toga sigurin heim, men tað var ikki uttan mótstøðu frá einum væl stríðandi Team Klaksvík.
Mest sum allan dystin var gongdin tann, at H71 helt seg beint frammanfyri, men gestirnir svaraðu stútt og støðugt aftur, og sjey minuttir fyri leiklok vóru bert tvey mál á muni. Tá eydnaðist tað H71 at skora tvær ferðir á rað, og tá Team Klaksvík so eisini fekk tvær útvísingar næstu løtuna, var leyst og liðugt.
Bestu málskjúttarnir í dystinum vóru Rúni Højgaard hjá H71 og Zarko hjá Team Klaksvík. Teir skutu 7 mál hvør.
H71-Team Klaksvík 30-25 (14-13)