Millum jól og nýggjár verður skipað fyri hondbóltsskúla í Høllini í Hoyvík, tí 27. og 28. desember verður skúli fyri allar føroyskar hondbóltsleikarar, sum spæla við gentum og dreingjum 10 og 12 ár.
Skúlin er skipaður við dugnaligum venjarum, og umframt venjing og dystir verða skaðafyribyrging, kostur, styrkivenjing og nógv annað spennandi á skránni, siga tey frá H71.
Luttakararnir verða býttir upp eftir aldri og førleikum.
Endamálið við hondbóltsskúlanum er at menna hondbóltin í Føroyum og at knýta bond millum hondbóltsleikarar í øllum landinum.
Skúlin verður hósdagin 27. desember frá 13.00 til 18.00 og fríggjadagin 28. desember frá 10.00 til 17.00. Allir luttakarar skulu hava við sær bólt, innan- og uttandura venjingaklæði.
Freistin at melda til er 20. desember, siga tey frá H71 sum leggja afturat, at tað er avmarkað luttøka.
Lesið meira um hondbóltsskúlan við at TRÝSTA HER