Í farna kappingarári var H71 eisini oddalið alt grundspælið, meðan vestmenningar stríddu seg í finaluna. Tá klokkan ýldi fyri fyrstu ferð í fyrru FM finaluni í Vestmanna, var H71 favorittur at vinna, men tapti so dyggiliga. Tað endaði við FM gulli til VÍF upp á tveir dystir.
Í Hoyvík hevur verið arbeitt við at finna útav hvat gekk galið, tá liðið var so væl fyri í grundspælinum, men tapti so greitt í FM finalunum. Sonni Larsen hevur verið venjari hetta kappingarárið, men vónbrotið frá farna kappingarárið er ein partur av spælinum undan finaluni hesaferð-
- H71 hevur lært frá í fjør, tá fleiri spælarar blivu skaddir upp til finalunar. Har hava vit broytt nakað til í ár. Allir verða klárar uttan Helgi Hoydal, sum hevur trupulleikar við knænum. Vit hava ansa eftir teimum , vant skinsamt og spart spælarar. Tí hava úrslitini eisini verið hareftir í seinastuni, sigur Sonni Larsen, venjari hjá H71.
Hann heldur at talan er um eina púra javna finalu, hóast H71 hevur verið oddalið alt grundspælið.
- VÍF hevur heintað onkrar spælarar inn aftur, so teir eru styrktir í leypi at kappingarárinum. H71 hevur munin á breiddini og í verjuni, men VÍF hevur eitt skarpari álopsspæl. Tað verða nakrir góðir dystir, sum vit gleða okkum til, sigur Sonni Larsen.
Rás2 sigur beinleiðis frá FM finaluni, sum verður í Vestmanna frá klokkan 20. Rás2 sigur somuleiðis frá FM finaluni hjá kvinnum, sum verður klokkan 18.