H71 helt ikki høvdið kalt

Hoyvíkingar høvdu vunnið sær allar trumfirnar, men seinastu fimm minuttirnar bar einki til, og so broyttist einki í hondbóltsoddinum

Hondbóltur

Tá liðini fóru undir seinna hálvleik, bendi alt annars á ein greiðan heimasigur. Mest sum alt fyri eitt fingu hoyvíkingar mann útvístan, og tað nýtti Kynidl til at vinna seg upp á 17-13. Lítla løtu seinni vórðu hoyvíkingar aftur raktir av útvísing, og so kundi og skuldi Kyndil punkterað uppgerðina.
Men mest sum alt gekk galið hesa løtuna. Johan Hofgaard tók tað, sum var at taka í málinum, og í álopinum skoraði navnin á vinstra veingi eftir vild. Næstu 12 minuttirnar vann H71 ikki minni enn 8-1, og hóast eitt time-out hjá Kyndli fekk steðgað gongdini, so minkaði munurin als ikki. Partarnir skutu eitt mál hvør størsta partin av tíðini, og seks minuttir fyri leiklok svaraði H71 enn einaferð aftur við máli til 28-24.
Við at halda høvdið kalt. Bíða eftir rætta møguleikanum og annars dríggja tíðina, skuldi verið lag á manni at avgjørt dystin. Men H71 gjørdi einki av hesum. Kyndil fór út í mansverju í eini 4-2 verju, og hóast hetta gav stórt pláss til restina av hoyvíkingunum, so funnu teir ikki vegin fram við Erlingin Johannesen, sum fann sær stórspælið fram í tøkum tíma. Janus Einar Sørensen skræddi seg leysan í seinastu álopsroyndini, og seinastu sekundini megnaði H71 ikki at nýta til nakað stórvegis.

Spenningurin heldur sær
Illa ber til at siga annað enn, spenningurin um pláss í FM-finaluni framvegis heldur sær. Í so máta var tað kanska upplagt, at dysturin í gjár endaði við javnleiki, tí ein vinnari her kundi veruliga lagt seg skutin fram um restina í oddastríðnum.
Í spælinum var eisini sjónligt, at tað var hetta, sum báðir partar løgdu seg eftir. Ferðin var høg – kanska ov høg í løtum – og í løtum var talan um einstaklingaavrik á hampuliga høgum støði.
Fyrst og fremst var talan tó um tvey kollektiv, sum hvør í sínum lagi vildu prógva, at tey eiga sín sjálvsagda luttøkurætt til FM-finaluna.
Í so máta var talan avgjørt um ein dyst, sum báðir partar kundu brúka til nakað, og megna liðini at byggja upp á góðu løturnar í komandi dystunum, verður talan neyvan um niðurflytingarstríð av nøkrum slag.

Fakta um dystin
Kyndil-H71 28-28 (15-13)
10 min: 4-4
20 min: 10-10
40 min: 18-18
50 min: 21-24
Málskjúttar
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8, Bárður Johannesen (1)7, Høgni Klein 4, Josef Abrahamsen 3(2), Hans Áki Dal-Christiansen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2(1), Høgni Klein Olsen 1, Kenn Zachariassen 1
H71: Dánjal Tórgarð 8(1), Esbern Patursson 5, Poul Kjartan Dam 5, Janus Sørensen 4, Rógvi Sørensen 2, Gunnar Bláberg 1, Rúni V. Højgaard 1, Tróndur Vatnhamar 1, Freddie Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 5, H71 1
Útvísingar: Kyndil 4, H71 5
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen