H71 heldur stílinum

H71 tykist gera Tjaldri kynstrið eftir og er í ferð við at vinna sítt fyrsta FM-heitið í vaksnamannahondbólti.

Fyrru finaluna móti VÍF vann H71 við einum máli, og nú hálvleikt er í Hoyvíkarhøllini, stendur 13-10 til heimaliðið.

Ikki minst er tað einum stórspælandi Jens Skipagøta í H71-málinum at takka, at H71 nú hevur beina kós móti gullinum.