H71 í hálvfinaluni hóast hvøkk frá StÍF

StÍF byrjaði best, men í seinna hálvleiki spældi H71 seg í hálvfinaluna

H71 mundi verða greiður favorittur at spæla seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi-kappingini, tá ið StÍF vitjaði í Hoyvík í dag, og vann eisini 23-19 í einum dysti, har StÍF við dystarbyrjan og dystarenda leyp hvøkk á heimaliðið.

Frá in.fo:

H71 og StÍF stríðast um seinasta hálvfinaluplássið klokkan 14.00

StÍF hevði vunnið seinasta dystin ímillum liðini bæði, og frá byrjan í dagsins dysti, mundu hoyvíkskvinnur kenna dystarmyndina aftur frá 26-25 tapinum á Skála.

StÍF byrjaði við einari sera áræsnari 3-3-verjuskipan, har tær tríggjar japansku, Mao Otani, Yuika Kurimoto og Haruka Gima trýstu bakkarnar hjá H71 næstan heilt aftur á miðjuna.

Hetta var ikki óvæntað fyri H71, sum tó ikki fekk loyst ágangandi verjuna fyrstu løtuna.

Og í hinum endanum herjaði StÍF á meira siðbundnu verjuskipanina hjá H71, og heimaáskoðararnir í Hoyvík tagnaðu púrasta tá ið støðan gjørdist 5-1 til StÍF tíðliga í fyrra hálvleiki.

H71 fekk kortini fótað sær nakað. Tað eydnaðist oftari H71-álopinum at sleppa fram við teimum trimum fremstu í verjuni, men Birita Müller í StÍF-málinum helt StÍF á odda – millum annað við tveimum brotskastsbjargingum – Fyrru ferð við framúr bjarging heilt niðri við stongina.

Í hinum endanum kom Vár H. Thomsen inn í málið hjá H71, og fekk steðgað málskjótingini hjá StÍF.

Munrin minkaði fyrst niður í 7-5 og dysturin gjørdust javnur við 8-8.

Tað leikaði javnt á, men stutt fyri hálvleik eydnaðist tað H71 at leggja seg á odda 11-10.

StÍF fekk brotskast í seinasta sekundi av fyrra hálvleiki, men Vár H. Thomsen í H71-málinum bjargaði.

Í seinna hálvleiki hevði H71 rist hvøkkin av sær. Tað eydnaðist serliga Mariu Halsdóttir Weyhe, at koma fram við fremstu verjuleikarunum hjá StÍF og H71-málini komu títtari nú.

Tað gjørdu tey ikki hjá StÍF.

11 og ein hálvur minuttur av seinna hálvleiki skuldi ganga, áðrenn StÍF fekk bóltin fram við Vár H. Thomsen í H71-málinum.

Tá minkaði StÍF um munin niður í 16-11, og H71 hevði tamarhald á dystinum, og fór at økja støðugt.

Tá ið Maria Halsdóttir Weyhe økti upp í 19-12 við júst einum korterið eftir, kendu heimaáskoðararnir fullkomna rógv, og kundu so smátt byrja at hugsa um hálvfinaludytirnar ímóti Neistanum í næstu vikuni.

Men StÍF gavst ikki so.

Munurin slapp ikki at vaksa meira enn tey seks málini, og brádliga fór munurin at minka.

Hann minkaði niður í trý mál við góðum trimum minuttum eftir, og tá ið Paula Berg Høgnesen nú fekk fatur í StÍF-málinum, var ein lítil møguleiki til staðar.

Men StÍF tók ikki av í álopinum. Vár H. Thomsen fann aftur bjargingarnar fram, og so slapp H71 aftur við skrekkinum.

H71 vann dystin 23-19 og skal spæla tveir hálvfinaludystir ímóti Neistanum í næstu viku.