Kyndil-H71 21-35 (8-16):
Við Erlendi Johannesen, Bárður Johannesen og Jónleif Sólsker á liðnum tók Kyndil í dag móti H71.
Og tað gekk sum so ikki betur enn næstbest. H71 legði ógvusliga fyri, og eftir hetta var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá hoyvíkingum skuldi verða.
Hjá Kyndli var Bárður Johannesen besti málskjúttin við 8 málum. Janus Sørensen og Halgir Dahl-Olesen skutu báðir hvør síni 8 mál fyri H71.