H71 gull í Partille Cup

Eitt av teimum 15 liðunum, H71 hevur havt við í Partille Cup-kappingini hesa vikuna, vann í morgun gull í stóru kappingini

- Hetta er so absolutt nógv tað størsta, eg havi upplivað í hondbólti, sigur ein av venjarunum hjá H71-dreingjunum, Eyðun Samuelsen, nú dreingirnir í morgun vunnu gull í stóru svensku summarkappingini Partille Cup.

Tað var annað dreingjaliðið í bólkinum dreingir 11, sum í morgun vann 12-11 í finaluni ímóti danska Herning FH, sum annars var á odda 7-6 í hálvleikinum. Hoyvíkingar í hópatali vóru og hugdu, so dreingirnir fingu góðan stuðul frá síðulinjuni í dystinum, ið varð spældur á Heden Arena í brennandi sólskini, sum hevur verið veðrið alla vikuna í Göteborg.

H71 hevur havt 15 lið við í Partille Cup í summar og er umboðað í 12 av tilsamans 19 deildum, sum eru í stóru kappingini. Og samlaða úrslitið hevur verið sera gott, tí umframt gulldreingirnar, eru seks onnur H71-lið komin víðari í A-bólkin og okkurt teirra hevur megnað at spælt seg heilt upp í fjórðingsfinalurnar.

Men bestir av øllum hava dreingir 11 verið, og einki var at siga til, at hýrurin á teimum var øgiliga góður, tá gullið var fingið til høldar. Talan er um eitt gott lið, ið hevur dygdarspælarar á øllum plássum, og tað kom eisini til sjóndar í finaluni í morgun.

Hetta er bara aðru ferð, at eitt føroyskt lið vinnur eina kapping í Partille Cup. Fyrru ferð var í 2010, tá gentur 14 ár hjá Neistanum vunnu.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Eyðun Samuelsen.