H71 gjørdi onga mótstøðu

Talan var at kalla um einvegis ferðslu, tá steypavinnararnir av Strondum vitjaðu H71 mikukvøldið.

Hondbóltur

 

H71-StÍF 22-31 (7-17)


Hóast teir helst hava havt eitt strævið vikuskifti, so settu gestirnir seg beinan vegin á dystin, og H71 var ongantíð í nær námind sigrinum.

Ikki fyrr enn í seinna hálvleiki slapp heimaliðið eisini at spæla við, men tá var alt so ruddiliga avgjørt. Í løtum í seinna hálvleiki sá bert út til, at liðini bæði skuldu fáa tíðina at ganga, og langt gjørdist tískil ímillum tær løtur, sum kundu geva fáu áskoðarunum nakað av undirhaldi.

Fyri heimaliðið skeyt Halgir Dahl Olesen 11 mál, meðan John Petersen skeyt 9 mál fyri StÍF.