H71 fer at verja greipuna við nýggjum liði

Hondbóltur kvinnur: Fleiri av lyklaspælarunum á liðnum, sum í kvøld tryggjaði H71 fyrstu greipuna, halda ikki fram í felagnum

H71 hevur í kvøld tryggjað sær greipuna í kvinnuhondbólti. Í fjør vann H71 FM, í fyrraárið vann H71 steypakappingina, fyrr í ár vann H71 steypakappingina, og í kvøld vann H71 FM og harvið greipuna í 2022 – 2023 kappingarárinum.

 

Tað er greitt, at í hvussu so er tríggjar av teimum, ið hava átt stóran leiklut á liðnum, sum hevur vunnið bæði steypakappingina og FM, ikki vera við, tá ið tað eftir summarfrítíðina verður farið undir nýtt kappingarár.

 

-Tað kennist ógvuliga væl at hava verið við til at tryggja barndómsfelagnum fyrstu greipuna, sigur Jana Mittún, sum í kvøld skoraði 10 mál, og sum er besti málskjútti hjá H71 í hesum kappingarárinum.

 

-Eg dugi ikki at siga, um hetta var síðsti dystur hjá mær á H71 liðnum yvirhøvur, men næsta kappingarár fari eg at spæla í Danmark, sigur Jana Mittún, sum hevur skrivað undir sáttmála við Viborg HK.

 

Maria Halsdóttir Weyhe gevst eisini í H71. Hon fer undir víðari lestur í Keypmannahavn, og fer at spæla hondbólt við ÍF Føroyar.

 

Vár B. Zachariasen segði eftir dystarlok í kvøld í samrøðu við Sjúrð Hildarson Hoydal í midlar.fo, at hon fer til Danmarkar og tískil ikki fer at spæla við H71 næsta kappingarár.

 

-Tað er ein framúr kensla at spæla síðsta dystin við H71 í fullsettari Hoyvíkshøll og at vinna FM og greipuna, segði Vár B. Zachariasen.

 

Tað er ikki ókent í H71, at fleiri spælarar fara uttanlands, og at tað tí er neyðugt at mynda nýtt til. Nógvir av teimum, sum eftir ársskiftið fara til Týsklands at luttaka í EM endaspælinum, eru uppvaksnir í H71 og umboða nú útlendsk feløg. Royndirnar siga, at nýggir spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum, bjóða seg fram. Mansliðið hjá H71 spælir í hesum døgum FM finalur ímóti VÍF, og avrikini í yngru gentudeildunum boða frá, at kvinnurnar hjá H71 eisini næstu árini fara at vera við í fremstu røð, hóast fleiri – eisini aðrar enn tær tríggjar omanfyri nevndu – nú fara av landinum.