H71 fekk tað ikki at koyra í dag

(Rás2) Hoyr Leiv Mortensen hjá H71 taka samanum 27-28 (11-14) tapið ímóti VÍF

VÍF vann bólk 2 hjá monnum í Faxe Kondi kappingini, og H71 fer víðari sum nummar tvey.

 

VÍF vann 28-27 (14-11) á H71 í Hoyvíkshøllini. Samstundis vann StÍF 33-30 (18-13) á KÍF í høllini í Kollafirði. 

 

VÍF vinnur bólk 2 við fimm stigum. H71 er nummar tvey við fýra stigum. StÍF er nummar trý við tveimum stigum, og aftast er KÍF við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Leivur Mortensen hjá H71.

 

Leivur Mortensen ásannar, at H71 fekk tað ikki at koyra í álopspartinum. Leivur heldur tó, at verjuspælið koyrdi heilt væl hjá H71. 

 

Úrslitið merkir, at H71 skal møta Neistanum, og ikki Kyndli, sum fleiri høvdu spátt. Men Leivur Mortensen heldur ikki, at tað ger so stóran mun, tí óannsæð er talan um tveir opnar og spennandi dystir í hálvfinalunum. 

 

 

Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá dystarendanum, og hoyr viðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin og meta um hálvfinalurnar HER

 

Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við VÍF-venjaran, Inga Olsen HER