H71 fekk serbiska mótstøðu

Tað skrivar H71:

 

Lutakastið fyri løtu síðani lagaði seg so, at H71 í áttandapartsfinalunum skal spæla ímóti serbiska liðnum, ZRK Naisa Nis.

 

Uttan iva man tað vera harðasta mótstøðan higartil í EHF Europa Cup-kappingini, ið bíðar H71 í áttandapartsfinaluni, tí serbiska mótstøðuliðið kann væntast at vera eitt stig sterkari enn Spono Eagles og sjálvandi fleiri stig sterkari enn WHC Cair.

 

Í løtuni liggur ZRK Naisa Nis fjórðfremst í serbisku kappingini, men sær út til at vera eitt vet veikari enn trý tey fremstu liðini har. Og serbiskur kvinnuhondbóltur telist gjarna millum 10 tey bestu í Europa, so…

 

Hvør dugur og hvør dygd er í liðnum, verður nú uppgávan hjá Inga Olsen og Mark Lausen-Marcher at greina nærri, sum teir so meistarliga gjørdu tað undan dystunum um vikuskiftið!

 

Annars er ZRK Naisa Nis stovnað í 1969 og besta tíðarskeiðið higartil var í nullunum, tá ið tað millum annað eydnaðist at vinna EHF Challenge Cup í 2007 og serbisku steypakappingina tvær ferðir, í 2008 og 2009.

 

Nevndina í H71 skal eisini royna at telva sum best fyri at vita, um tað riggar enn einaferð at fáa mótstøðuliðið hendavegin at spæla báðar dystirnar, fær tað sjálvandi ikki verið betri. ZRK Naisa Nis eigur annars eftir skránni heimadyst 8./9. januar og H71 15./16. janua