H71 fekk gongd á

Fyri fyrstu ferð síðani 8. desember fór H71 av vøllinum við tveimum stigum, tá teir spældu og stríddu VÍF niður og norð

Hondbóltur

Hóast tað er finaluplássið, sum tey flestu tosa um, so hevur tað verið lítið hugaligt hjá meistarunum úr H71 at síggja, at liðið hevur veri ðá niðurflytingarkós í vetur.
Seinastu umførini hevur gingið heilt illa, og tað var fyrst og fremst hetta, sum skuldi broytast sunnudagin. Og tað varð tað eisini.

Sterkt kollektiv
Fyrst og fremst, so var sigurin sunnudagin eitt úrslit av einum sterkum kollektivi, har hvør tann einasti av spælarunum støðugt helt seg til spælkonseptið hjá liðnum.
Í so máta er ilt at taka nakran einstakling framum. Men Jens Skipagøta, sum annars var sjálvpensioneraður eftir FM-heitið í fjør, stóð ein frálíkan dyst í málinum, har hann steðgaði vestmenningum, hvørja ferð teir hóttu við at koma aftur í dystin. Og á bakkinum spældi Esbern Patursson ein framúr dyst, har hann støðugt krossaði framvið VÍF-verjuni, og á tann hátt átti sína hond í meira enn øðrum hvørjum máli, sum hoyvikingarnir skutu.

Tamir vestmenningar
Meðan hoyvíkingar soleiðis høvdu alla orsøk at vera nøgdir, var tað sama avgjørt ikki galdandi fyri VÍF, sum í nógvar mátar vóru sera tamir.
Teir mistu takið, tá teir við 9-9 skuldu havt fyrimun av eini útvísing til H71. Men ístaðin broyttist støðan til 13-9, tá VÍF um sama mundið eisini fekk eina útvísing.
Ongan tíð eftir hetta sat áskoðarin við varhuganum av, at VÍF var á veg aftur í dystin, og tað ber við sær, at VÍF nú aftur er á niðurflytingarplássi. Gaman í við bara einum stigi upp til finaluplássið, men skal hetta røkkast, má avrikið á vøllinum vera eitt heilt annað, enn tað var sunnudagin.