H71 fór við øllum

Dysturin í Vest­manna sá út til at liggja til heima­liðið, tá komið var til hálvleiks, men fyrsta korterið av seinna hálv­leiki vendu hoyvíkingar øllum full­komuliga á høvdið

Hóast tað kann vera eitt sindur ósjarmerandi at síggja, at ein góður spælari verður tikin úr spælinum, so kann tað vera neyðugt viðhvørt. Tað hildu teir í H71 í øllum førum í gjár, tá teir eftir steðgin valdu at mans­verja ársins spælara í fjør, Filip Jojic, og tað gav úrs­lit, eftir at VÍF hevði gjørt um seg ímóti endanum á fyrra hálv­leiki og lagt seg fýra mál framum.
Uttan Jojic megnaði VÍF ikki tað sama sum við Jojic, og meðan hoyvíkingar skoraðu átta ferðir tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki, fekk VÍF bara trý mál – harav Filip Jojic átti tey tvey. Og so var tað brád­liga H71, ið hevði lagt seg á odda.
Ikki minst spældi Bogdan Florea sín stóra leiklut í, at hoy­víkingar fingu gongd á, men sann­ast má, at venjarin eisini tordi at taka røttu avgerðirnar, so liðið frá bonkinum og út á vøll­inum fekk ein greiðan saman­hang í, sum til endans eis­ini merkti, at H71 fekk tvey stig við sær heimaftur.
Hóast heimaliðið fekk mill­um lítið og einki at hanga saman í seinna hálvleiki, sluppu gestirnir ikki ordiliga av­stað fyrr enn ta síðstu løtuna, eftir at VÍF hevði kløkkað við at koma upp á javnt, 25-25 og 26-26, men so skoraði H71 fýra mál aftrat og fekk bundið fyri posa­kjaftin, so stigini blivu tryggjað.
Nokk ikki nakað dreyma­úrslit fyri VÍF, sum undan kapp­ingini var nógv tann størsti favo­ritturin at vinna meistara­heitið, men hinvegin ein til­trongd uppreisn hjá meist­ar­unum úr H71, sum ikki hava verið so vælkoyrandi síðstu dystirnar.