H71 vann í dag tepran sigur á Neistanum í Hoyvíkshøllini og er oddalið í Atlantic Airways deildini. KÍF og Kyndil deildu stigini í spennandi dysti, meðan VÍF vann á StÍF.
Neistin var á odda tað mesta av dystinum, men móti endanum vendu hoyvíksingar dystinum á høvdið og fóru avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 24 - 23.
Í Kollafirði endaði tað við 30 - 30 javnleiki eftir tvær ferðir 30 minuttum. Bæði KÍF og Kyndil høvdu møguleikar at vinna dystin, men helst mundi javnleikurin verða eitt rættvíst úrslit. Gott álopsspæl og nógv ferð eyðkendi dystin.
Í Vestmanna vann VÍF 29 23 á StÍF, sum aftur hevur Sveinur Justinussen á liðnum. Hann gjørdist eisini toppskorari fyri tapandi gestirnar.
Altantic Airways deildin:
H71 Neistin: 24-23
KÍF Kyndil: 30-30
VÍF StÍF: 29-23