H71 er nú einsamalt oddalið í SMS-deildini

Neistin var á odda 20-18 tá 12 minuttir vóru eftir, men tá alt var liðugt hevði H71 vunnið 27-23

Ein dystur var í SMS-deildini í kvøld millum Neistan og H71, ið var leiktur í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Tá 16 minuttir vóru farnir var H71 á odda 9-5. Tá tók Neistin leikbrá (Timeout), og tað eydnaðist at halda munin niðri á 11-9 til H71 tá liðini fóru inn til steðgin.

 

Í seinna hálvleiki legði Neistin betri út. Tá 40 minuttir vóru farnir var Neistin á odda 15-13.

 

Tá 12 minuttir vóru eftir at leika var Neistin á odda 20-18, men fimm minuttir seinni var H71 á odda 23-22. Neistin javnaði til 23-23, men seinastu seks minuttirnar fekk H71 fýra mál uttan, at Neistin megnaði at svara aftur. 

 

Við sigrinum er H71 einsamalt oddalið í SMS-deildini, tvey stig frammanfyri Kyndil.

 

H71, Kyndil, Stjørnan og Neistin hava tryggjað sær pláss í FM-endaspælinum. 

 

Neistin-H71 23-27 (9-11) 

 

Dómaraseðilin frá HSF sæst her - stigatalvan sæst undir dómaraseðlinum: 

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71123652867923
 KYNDIL144123169621
 STJØRNAN1545735610120
 NEISTIN153883454318
 STÍF16376375112
 VB14297419-1224
 EB14258456-1982