27. november tapti Stjørnan tepurt 30-33 fyri H71 í KÍ-høllini í Klaksvík, har tað ikki glapp hjá H71 fyrrenn móti dystarenda.
Tað var nærum endurtøka av tí í kvøld, tá H71 vann 34-31 á Stjørnuni í Hoyvíkshøllini. Stjørnan var á odda 14-13 í steðginum, og liðini fylgdust til væl út í seinna hálvleik. Men seinastu løtuna vísti H71 seg at vera drúgvari, og hoyvíkskvinnum til rós, so hava tær vunnið nógvar tættar dystir í SMS-deildini seinastu tíðina.
Frásøgumaðurin hjá FM1 metti, at Maria H. Weyhe hjá H71 við 11 málum, og Teresa Eidesgaard, málverji hjá Stjørnuni vóru bestu spælararnir í kvøld.
Komandi sunnudag klokkan 15 spælir Stjørnan á heimavølli móti StíF. Ein dystur sum kann fáa sera stóran týdning fyri kappingina um fjórða plássið. FM1 sigur ætlandi frá dystinum.
H71-Stjørnan 34-31 (13-14)
Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 11, Guðrið á Borg 5, Elsa Egholm 4, Jana Mittún 4, Rannvá Olsen 4, Vár B. Zachariassen 3, Lukka Arge 2, Lív B. Zachariassen 1.
Málskjúttar Stjørnan: Iulia Nalivko 6, Durita C. Jojic 6. Tóra Eliassen 4, Katrin Bertholdsen 3, Jancy Jacobsen 3, Durita L. Johansen 3, Joan Sørensen 3, Tóra Norðá 2, Oddvør Josephsen 1.
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 10 | 308 | 243 | 65 | 19 |
| NEISTIN | 11 | 294 | 242 | 52 | 16 |
| KYNDIL | 10 | 289 | 230 | 59 | 15 |
| STJØRNAN | 11 | 335 | 267 | 68 | 12 |
| STÍF | 11 | 268 | 262 | 6 | 8 |
| VB | 11 | 228 | 336 | -108 | 2 |
| EB | 10 | 184 | 326 | -142 | 2 |











