H71 er aftur við

Meistararnir úr Hoyvík hava annars verið í hampuliga tungum sjógvi higartil í ár, og fyri tveimum vikum síðani fekk tað annan venjaran at taka seg úr sessinum.

Í gjár var meira ella minni sannleikans tími hjá bæi H71 og Kyndli, og í tí dystinum vóru tað hoyvíkingar, sum drógu longra stráðið.

Talan var alla tíðina um sera javnan dyst, men gestirnir høvdu mest sum alla tíðina munin við einum ella tveimum málum, og teir megnaðu eisini at halda høvdið kalt móti dystarenda.

Við sigrinum hevur H71 nú níggju stig. Bara eitt minni enn StÍF, sum er á øðrum plássi í Atlantic Airways-kappingini.

 

Kyndil-H71 21-22 (10-11)