H71 er á odda 16-13 (55-51) í steðginum

Støðan er góð hjá Hoyvíkskvinnum í steðginum í Europa Cup áttandapartsfinaluni í høllini á Hálsi

H71 er á odda 16-13 - og samanlagt 55-51 - í steðginum í seinnu áttandapartsfinaluni í Europa Cup í høllini á Hálsi.

 

Serbiska liðið, Naisa Nis var á odda 9-7 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men eftir tað tók H71 yvir aftur. Rúna Larsen hevur havt sjey bjargingar, og Alda á Skarði kom inn og bjargaði einum brotskasti.

 

Rannvá Olsen hevur skotið seks mál, Jana Mittún hevur skorað fýra mál, Brynhild Pálsdóttir trý mál, Maria H. Weyhe tvey mál og Vár B. Zachariassen eitt mál. 

 

H71 hevur skorað mál uppá 16 av 27 málmøguleikum. Naisa Nis hevur skorað mál uppá 13 av 27 málmøguleikum. 

 

Fyrri dysturin niðri í Serbia endaði 39-38 til H71. 

 

Sjúrður H. Hoydal og Andrias Eriksen siga beinleiðis frá dystinum á FM1, samrøður koma út á trok.fo.