Talan gjørdist um sannførandi sigur til H71, sum vitjaði í Kollafirði í kvøld.
Fyrsta korterið gekk rímiliga javnt á, men tá KÍF leyp frá 6-6 upp á 6-12 stóð teimum flestu greitt, hvønn vegin tað bar.
Hoyvíkingar lótu ongan tíð vertirnar koma aftur í dystin, og so gjørdist talan um trivaligan sigur.
Sigurin ber við sær, at H71 framvegis er í knallharðari kapping við Kyndil um pláss í FM-finaluni, har VÍF eftir øllum at døma er hin parturin.
KÍF-H71 18-27 (7-12)