H71 dreingir vunnið hondbóltskapping í Svøríki

Millum jól og nýggjár hava fýra lið úr H71 luttikið í »Lundaspelan«, sum er ein stór hondbóltskapping í Lund í Svøríki.

 

Dreingir 15 gjørdu bart og komu allan vegin í finaluna, har teir vunnu greiðan 19-7 sigur móti norska liðnum Ski IL håndball.

 

35 lið úr Norðurlondum, Týskland og Hollandi luttóku í bólkinum dreingir 15 ár. Men ongin teirra megnaði at gera nakað við hoyvíksdreingir. Teir vunnu greitt innleiðandi bólkin. Størstu mótstøðuna fingu teir í fjórðingsfinaluni móti svenska Kävlinge HK, sum teir vunnu við fýra málum.

 

Í Føroyum eru somu dreingir á odda í landskappingini við fullum stigatali. Hetta eru somu dreingir, sum komu í finaluna í Partille Cup í summar.

 

Tað gekk eisini væl hjá hinum H71 liðnum. Gentur 14 og gentur 16 komu víðari í A bólkin og megnaðu at koma í áttandapartsfinaluna. Dreingir 14 endaðu B bólkinum.