VÍF-H71 25-33 (10-16)
Vestmenningar fingu av at vita, tá teir í dag tóku ímóti H71.
H71 hevði knívin á barkanum undan dystinum, tí um teir ikki skuldu dragna heilt í oddastríðnum, var kravið í minsta lagi eitt stig.
Og tað var eisini sjónligt frá byrjan, at hoyvíkingarnir høvdu meira at spæla fyri.
Um miðjan fyrra hálvleik megnaðu teir eisini at renna undan VÍF, og hetta megnaði heimaliðið ongan tíð at vinna aftur.
Við sigrinum hevur H71 nú aftur bara tvey stig fram til oddasessin, har Neistin og VÍF nú eru ájøvn við 14 stigum.
Hjá heimaliðnum skeyt Sámal Joensen 13 av málunum. Dánjal Tórgarð skeyt 8 av málunum hjá H71.