H71-Neistin 24-20 (12-13)
Ein mest sum katastrofal byrjan upp á seinna hálvleik kostaði Neistanum dýrt, tá teir í dag taptu móti H71.
Fyrstu átta minuttirnar av seinna hálvleiki vunnu hoyvíkingar seg upp á 17-13, og tann munin megnaðu teir bláu ongan tíð av álvara at vinna aftur.
Við sigrinum er H71 nú bert eitt stig aftan fyri StÍF og Neistan, sum eru ájøvn í oddinum.
Halgir Dahl Olesen og Niels Viggo Niclassen skutu 6 mál hvør fyri H71. Fyri Neistan skoraði Carl Herup Olsen 6 ferðir.