H71 basti Neistan eftir øgiligt drama

Gentur 16 hjá H71 steðgaði Neistastimanum eftir longda leiktíð

Gentur 16

H71 - Neistin 29-28 eftir longda leiktíð (dysturin endaði 22-22 eftir 10-7 í hálvleikinum)

 

Neistin var í síni sættu og seinastu finalu við gentum 16. Mótstøðuliðið var H71, ið hevði vunnið tvær finalur fyrr í dag. Ikki heilt so nógvar sum tær fimm hjá Neistanum

Hetta gav kanska dystinum ein eyka kant, ella var tað bara at liðini vóru sera jøvn í styrki, ið gjørdi at stórur spenningur var frá fyrsta bríksli.

 

Verjurnar og serliga málverjarnir settu stóran dám á dystin við nógvum bjargingum.

Eftir einar 16 minuttir fekk H71 trý skjót mál, og kom á odda 7-4, men Neistin svaraði skjótt aftur og minkaði niður í eitt mál á muni. H71 tók tó tamarhaldið aftur, og var á odda 10-7 í hálvleikinum.

 

Í seinna hálvleiki gekk alt rætta vegin hjá H71, og skjótt kom munurin upp í seks mál.

Neistagenturnar góvu seg kortini ikki. Stórur fagnaður var á bláu fjøldini tá ið minkað var niður í trý mál miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hýrurin var av tí allarbesta tá ið Neistin fáar minuttir seinni hevði javnað til 19-19, og takið mundi flogið av høllini tá ið Neistin legði seg á odda 20-21.

Neistin hevði bóltin við leiðsluni og fáum sekundum eftir, men H71 fekk fatur á bóltinum í seinastu løtu og fekk við skjótálopi javnað til 22-22.

 

Sostatt mátti dysturin leingjast. Spælast skuldu fimm minuttir hvønn vegin, og tað var H71, ið slapp best frá fyrstu fimm minuttunum.

Hóast tvær útvísingar eydnaðist tað væl álopinum hjá hoyvíksgentum at koma til møguleikar, og H71 var trý mál á odda undan seinnu fimm minuttunum.

 

Seinastu fimm minuttirnar eydnaðist tað í trimum førum Neistanum at minka niður í eitt mál, men at enda hálaðu hoyvíksgenturnar dystin til sín við úrslitinum 29-28.

H71 vann sostatt triðja steypið hetta vikuskiftið, meðan Neistin ikki fekk vunnið tað sætta av seks møguligum.

 

Neistagenturnar kundu kortini reypa av at hava verið partur av mest hugtakandi finaluni í dag, har ein øgiligur rómur frá bæði bláum og svørtum greiddi fólki frá hví hetta tiltakið er so stuttligt.