Viðhaldsfólkini hjá StÍF fingu eina góða byrjan upp á kvøldið, tá ið kvinnuliðið hjá StÍF vann trivaligan sigur ímóti Stjørnuni. Men tá ið H71, ið greitt vann grundspælið í deildini í fjør, kom á vitjan, so var ikki nógv, sum mansliðið hjá StÍF kundi gera. H71 vann heili 36-23 í høllini á Skála í kvøld.
Talan var um tvey lið, sum fingu hvør sína kappingarársbyrjan um vikuskiftið. H71 sorlaði Team Klaksvík við at vinna heili 36-19, meðan StÍF tapti tepurt ímóti KÍF í Kollafirði - 26-25.
Tað tyktist ongantíð at vera nakar ivi um vinnaran í mansdystinum á Skála í kvøld. H71 kom skjótt á odda 11-5, og hendan leiðslan varð síðani økt til heili 10-20. Endaliga úrslitið gjørdist 36-23 til H71.
Úrslitið merkir, at H71 er komið væl frá byrjan við tveimum greiðum sigrum og einari málúrtøku, sum sigur 72-42. Hinvegin hevur StÍF framvegis síni tvey fyrstu stig til góðar eftir tveir dystir.