Tað vóru teir smáu marginalarnir, sum vóru á muni, men tað endaði við, at H71 togaði seg eitt stórt fet nærri FM-finaluni í manshondbólti.
H71 spældi í dag móti Kyndli, sum størsta partin av kappingarárinum hevur verið á øðrum plássinum í landskappingini. Tað eru teir grønu framvegis, men H71 hevur ein dyst færri at spæla. Teir eru betri í innanhýsis dystunum, og í mun til Kyndil, so hava hoyvíkingarnir avgreitt sínar dystir móti oddaliðnum, VÍF.
Hoyvíkingarnir vóru teir stinnaru undan steðginum, men upp á einar fimm minuttir hevði Kyndil vunnið seg aftur í dystin, tá seinni hálvleikur byrjaði. Kyndil megnaði tó ikki at halda fast, og so togaðu gestirnir seg aftur avstað.
Seinastu løtuna kom spenningur av álvara aftur í dystin, men upp á javnt kom Kyndil ongantíð, og so fekk H71 við teimum báðum seinastu málunum punkterað dystin.
Í Kollafirði spældu KÍF og Neistin, og her fekk heimaliðið loksins nakað at frøast um, tá teir vundu burtur úr gestunum.
Úrslitini
Kyndil-H71 22-25 (12-17)
KÍF-Neistin 37-24 (18-11)