Heimsheilsustovnurin WHO hevur boðað frá, at H1N1 ikki longur verður mett sum umfarssjúka og í gjár kom ein kunngerð, sum sigur, at læknarnir ikki longur hava skyldu til at boða heilsumyndugleikunum frá, tá ið teir hava koppsett fólk móti H1N1. Í Føroyum er tað Landslæknin, sum skal hava fráboðanir um koppseting móti smittandi sjúkum.
Tá ið sjúkán visti seg í fjør, óttaðust heilsumyndugleikarnir tað ringasta, og farið varð undir at koppseta fólk.
- Vit vænta ikki nógvar fleiri tilburðir. Ta síðstu tíðina hava eingir trupulleikar verið, men so fáa vit at síggja, hvussu verður, tá ið veturin og kuldin koma, sigur Kristine Holk, virkandi landslækni.
Hildið verður tó eyga alla tíðina við, um tað koma nýggir tilburðir.
Tað var nokkso ymist, hvussu stóra nøgd av H1N1-heilivági londini bíløgdu. Summi keyptu so nógv, at tey høvdu nóg mikið til at koppseta alt fólkið tvær ferðir. Tað gjørdu Danmark og Føroyar langt frá, og tey brenna tí ikki inni við stórari nøgd.
Tað eydnaðist ikki í dag at fáa at vita frá apoteksverkinum, hvussu stór goymslan í Føroyum er.
randi@sosialurin.fo










