Fáa tey rætt, sum siga, at fjórði hvør dani kann fáa H1N1, kann sjúkan kosta tí danska vinnulívinum fleiri milliardir krónur Kanningar hjá danska arbeiðsgevarafelagnum vísa, at H1N1 kann elva til 2,1 milliónir fleiri sjúkradagar enn eitt vanligt ár, og tað fer at kosta 3,3 milliardir krónur, skrivar JyllandsPosturin.
Ein talsmaður hjá danska ídnaðarfelagnum sigur, at sjúkan er búldur oman á sár, tí nógvar vinnufyritøkur hava longu stórar trupulleikar orsakað av fíggjarkreppuni.
Talsmaðurin mælir øllum fyritøkunum til at leggja ætlanir um, hvat skal gerast, um sjúkan fer at breiða seg so nógv, sum summi vænta.