Í vikuskiftinum var 12 tímarkappingin H12 hildin í flotta umhvørvinum við Isterød Højskole. Bæði Helgi Winther Olsen og Bogi Kristiansen luttóku. Kappingin er skipað soleiðis, at tú kanst súkkla sum einstaklingur í 12 tímar, ella sum lið, har tann ið súkklar skjótast í mesta lagi má hava súkklað 2 umgangir meira enn spakuligasti súkklarin. Annars disponerar man frítt fyri, hvussu súkklað verður.
Síðsta runda skal vera liðug áðrenn 12 tímar erum farnir.
Bogi súkklaði á liðið fyri Team Hareskov Cykler saman við Keld Pedersen, Henrik Cohen og Thomas Aaboe, ið allir eru H40 súkklarir og millum sterkastu H40 súkklarar í DK. Kappingin var tó ikki skipað í H40 bólk, so teir kappaðust móti sterkastu liðnum í Danmark í opna mansbólkinum. Teir stóu seg sera væl, og endaðu á einum samlaðum 9. Plássi við 26 umgangum og endatíðini 11:47:49 við miðalferð 20.81 km/t. Hóast teir vóru sera javnir á liðnum, hevði Bogi skjótastu tíðir á liðnum við 24:44, 25:30, 25:14, 24:57, 25:07.
Skjótastu liðini vóru Team T-‐Bikes, New Ultimate og Davinci/Cannondale við 28 umgangum. Bara eitt sekund var millum nr. 3 og 4 ið var avgjørt við endaspurti! Skjótasta umgang hevði Klaus Nielsen við 22:44 og hann súkklaði áleiðis 11 umgangir við hesari ferðini!
Helgi súkklar vanliga fyri felagið DMK (Dansk Mountainbike Klub), men súkklaði hendan dagin fyri felagið hjá Boga, Team Hareskov Cykler, tí at teir manglaðu ein mann til MIX liðið. Tað spældi so væl av, at liðið kom inn á eitt 2. Pláss í MIX bólkinum við 26 umgangum og endatíðini 11:42:09 við miðalferð 20.98 km/t. Helgi súkklaði tíðirnar 26:27, 26:29, 25:41, 25:33, 25:41, 26:03, 26:06.