Høyre størri enn Ap

Tað stendur at kalla á jøvnum millum teir báðar størstu politisku flokkarnar í Noregi, Arbeiðaraflokkin og Høyre, men eftir einari nýggjari kanning hevur tann borgarligi flokkurin munin nú.

Kanningin, sum Gallup hevur gjørt, sigur, at 31,6 prosent av veljarunum styðja Høyre, og at 31,3 prosent høvdu valt Arbeiðaraflokkin, um stórtingsval hevði verið nú. Hjá Høyre er úrslitið 1,2 prosentstig betur enn í seinastu kanning, og hjá Ap er tað 0,9 prosentstig verri.

Kanningin vísir eisini, at Sosialistiski Vinstraflokkurin hevði júst dottið inn um tinggáttina, um val hevði verið nú. Bara 4,1 prosent siga, at tey høvdu valt flokkin.