Hávur vigaði 900 kilo

Tveir meksikanskir fiskimenn fingu ein rættiligan hvøkk, tá teir fyri nøkrum døgum síðani fingu ein óvanliga stóran háv. Talan var um ein hvítháv, og tá hávurin bleiv vigaður, vísti vektin meiri enn 900 kilo.

Tað var heppið fyri menninar, at hávurin var deyður, tá teir fingu hann upp úr dýpinum. Annar av monnunum, Baltazar Berrospe, heldur, at hevði hávurin verið á lívi, høvdu teir uttan iva fingið stórar trupulleikar av honum.

-Hann hevði kunnað gloypt okkum í einum, men tíbetur var hann deyður, sigur Baltazar Berrospe við meksikonsku fjølmiðlarnar.