Leygardagin var tann 15 ára gamli Zak Golebiowski var farin ein túr við vatnbretti saman við einum vinmanni einar 700 kilometrar sunnan fyri býin Perth í Avstralia. Brádliga leyp ein hávur á Zak. Hávurin beit annað beinið av oman fyri knæ, og hitt beinið varð eisini illa bitið. Bjargingarmenn fingu Zak í land beinanvegin. Hann hevði mist nógv blóð og varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús. Leiðin, har Zak varð álopin, er hávaleið, men myndugleikarnir vita ikki, hvat hávaslag tað var, sum leyp á drongin. Í meðal verða umleið 15 fólk álopin av hávi í Avstralia um árið, men tað er sjáldan, men álopini krevja sjáldan mannalív.