Ræðsla
Løgreglan í Avstraliu sigur, at ein 37 ára gamal ferðamaður var staddur einar 80 metrar úr landi, tá ein hávur leyp á hann millum fleiri ferðandi, sum svumu um hesar leiðir við Middleton Bech, tætt við Albany í vestara parti Avstraliu.
Eitt eygnavitni - ein kvinna - sum hjálpti manninum undan at gerast hávaføði, sigur seg vera ovfarna av, at hávurin váðaði sær so nær landi.
- Eg sá, at ein neyðstaddur maður baksaði í sjónum og rópti um hjálp, sigur eygnavitni, sum hjálpti manninum til lands aftur.
Tað er West Australian, sum ber hesi tíðindi.
Kvinnan sigur, at stór pettir vóru bitin av beininum á tí 37 ára gamla, men at hann kortini var róligur og sá ikki út til at missa so ógvuliga nógv blóð.
Álopni maðurin er lagdur inn á sjúkrahús, og sambært løgregluni á staðnum er støðan hjá honum ”stabil”, sum tað verður rópt.